Mentan

Orð&tónar aftur á Reinsarínum

Mikukvøldið 25. janaur verður byrjað aftur. Lagt verður fyri við Sigri M. Gaïni, sum hevur skrivað greinir um lívsins stóru spurningar

Mikukvøldið fer Uni Holm Johannesen at práta við Sigri M. Gaïni (Savnsmynd)

Mikukvøldið fer Uni Holm Johannesen at práta við Sigri M. Gaïni (Savnsmynd)

2023-01-24 20:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Korona tvingaði O&T at steðga, men nú byrjar alt aftur mikukvøldið 25. januar klokkan 20.00. Solby Christiansdóttir hevur tikið við eftir Sjúrð Ravnfjall og fer at skipa kvøldini. Sum altíð eru nýggjar føroyskar útgávur á skránni.

Lagt verður fyri við Sigri M. Gaïni, sum hevur skrivað greinir um lívsins stóru spurningar – til dømis: hvat er tað góða lívið, eru universel rættindi til, og hvat er eitt frælst menniskja. Uni Holm Johannesen prátar við Sigri M. Gaïni.

Síðan fer prátið at snúgva seg um yrkingasavnið Oyðilendi eftir Svannu Jákupsdóttur. Savnið snýr seg um at vera nær einum menniskja, sum spakuliga forferst og hvørvur. Tað viðger kenslur og tankar, ið fylgja við, tá ið ein av okkara nærmastu, alt ov ung, gerst ólekjandi minnisveik. Millum annað hetta fer Svanna Jákupsdóttir at tosa um í samrøðu við Lív Mikkelsen.

Tónleikin gevur Guðrið Hansdóttir okkum. Hon tekur løg úr nýggju útgávuni Gult myrkur. Barrin er opin, har fæst kaffi, te, øl og vín.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder