Innanlands

Umsóknin hjá Varðanum skal viðgerast í nevnd áðrenn avgerð verður tikin til verkætlanina

Tað er næstan fullsett í stóra salinum í Salt á Drelnesi í kvøld

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri (Mynd: Sverri Egholm)

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri (Mynd: Sverri Egholm)

2023-01-24 19:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Umsóknin hjá Varðanum Pelagic um lovi til at útbyggja virkið á havnarlagnum á Tvøroyri eystureftir fyri at geva pláss fyri lýsi- og proteinframleiðslu burtur úr avlopsrávøruni hjá virkinum, er ikki klár enn hjá býráðnum á Tvøroyri at taka støðu til.

Málið er fyri á býráðsfundi hóskvøldið, men sambært Kristin Michelsen, borgarstjóra, er bert talan um eina fyrstu viðgerð í býráðnum.

Ikki fyrr enn eftir tann fundin verður málið beint í nevnd, sum síðan skal arbeiða víðari við málinum og koma við tilmæli til býráðið at taka støðu til, sigur Kristin Michelsen.

- Vit høvdu umsóknina fyri fyrstu ferð á býráðsfundi fyrst í januar, og tá avgjørdu vit at fara á eina kanningarferð fyri at síggja hvussu aðrir býir hava loyst slíkar avbjóðingar, og á tí fundinum varð eisini tikin avgerð um at halda ein kunnandi borgarafund. Og tað er tann fundurin, sum er í kvøld.

- Vil tað siga, at borgararnir í kommununi enn hava møguleika fyri at ávirka verkætlanina og møguliga broyta hana? spyrja vit.

- Jú, býráðið hevur onga avgerð tikið enn. Nú fáa vit at síggja, hvat kemur fram á fundinum í kvøld, sigur Kristin Michelsen.

Spurdur um hvat kom burtur úr kunningarferðini til m.a. Polands, Týsklands og Skotlands, sigur borgarstjórin, at tað var ein fínur og læruríkur, men hann vil ikki siga hvat kom burtur úr.

- Tað fáa vit at hoyra á fundinum í kvøld.

Hóast regn og nógvur vindur er í kvøld, er nærum fullsett í stóra salinum í Salt á Drelnesi í kvøld.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder