Innanlands

Eingin flogferðsla í Berlin í dag

Verkfall hevur rakt Brandenburg-flogvøllin og harvið umleið 35.000 ferðafólk. Umleið 300 ferðir til ella frá lutfalsliga nýggja altjóða flogvøllinum, ið er ein av teimum við mest ferðslu í Evropa, eru broyttar

Síðani 2020 hevur hetta verið einasti altjóða flogvøllurin í Berlin

Síðani 2020 hevur hetta verið einasti altjóða flogvøllurin í Berlin

2023-01-25 11:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um hugt verður á heimasíðuni hjá Brandenburg-flogvøllinum undir fráferðir og komur í dag, mikudagin 25. januar, so sæst orðið "Cancelled" útfyri øllum. Tað vil siga, at alt

Tað er eitt umfatandi verkfall, sum er sett í verk av starvsfólkunum á Brandenburg, ið harvið er einasti flogvøllur, sum veruliga er raktur av verkfallinum.

Flogvøllurin í týska høvuðsstaðnum er tann við triðmest ferðslu í Týsklandi, og liggur hann í topp-15 í Evropa. Tíðindastovan AFP skrivar, at umleiði 35.000 ferðafólk eru ávirkað av, at arbeiði har er niðurlagt í dag. Talan er um umleið 300 ferðir, ið eru avloystar ella broyttar.

Síðani 2020 hevur hetta verið einasti altjóða flogvøllurin í Berlin. Brandenburg var ein nógv seinkað verkætlan. Flogvøllurin avloysti tríggjar aðrar nakað smærri flogvallir í týska høvuðsstaðnum. 

Óvist er, um verkfallið kann gerast meira umfatandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder