Innanlands

Johnny stovnar egna fyritøku

Fyrrverandi kringvarpsstjórin hevur stovnað íverksetarafelag og skal húsast í Sjóvinnuhúsinum

Johnny stovnar egna fyritøku

Johnny í Grótinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-08-08 16:01 Author image
Sverri Egholm

Johnny í Grótinum skrásetti í gjár nýggja ráðgevingarfyritøku, “ÍVF Í Grótinum”. Talan er um eitt íverksetarafelag, ÍVF, og sambært skrásetingini hjá Skráseting Føroya er endamál felagsins at “reka virksemi við ráðgeving um strategiskt samskifti, størri virkisbroytingar og leiðslu umframt annað virksemi í hesum sambandi”.

Felagið verður teknað av einum stjóra, sum er Johnny í Grótinum sjálvur. Hann skrivar á Facebook, at hann í gjár fekk handa lykil til skrivstovupláss í Hugskotinum, sum heldur til í Sjóvinnuhúsinum í Havn.

- Nú skal hugskot mítt um egið virki fáa ein kjans at bera á mál komandi mánaðirnar, skrivar Johnny í Grótinum á Facebook.

42 ára gamli Johnny í Grótinum tók við sum stjóri í Kringvarpi Føroya tann 1. september 2017, og 14. juni í 2018, eftir fleiri nógv umrødd starvsfólkamál, varð avtala gjørd við kringvarpsstýrið, at hann fór úr starvinum sum stjóri. Johnny sat sostatt sum stjóri í 287 dagar.

placeholder
placeholder