
- Í ár ganga 389 næmingar í 10. flokki; í fjør var talið 410. Skúlaárið 2015-2016 var næmingartalið 459. Hyggja vit uppaftur longri aftur í tíð, hevur næmingatalið verið væl hægri. Eitt nú var tað skúlaárið 2007-2008 512 næmingar og skúlaárið 2005-2006 647. Sigast skal, at samlaða næmingatalið tá var hægri.
Soleiðis ger Skúlablaðið tølini upp fyri tíggjundafloksnæmingar í landinum. Víðari verður gjørt greitt, at fyri tveimum árum síðani valdu beint yvir helmingurin - 52 prosent - av 9. floksnæmingum at halda fram í fólkaskúlanum. Talið var 66 prosent fyri tíggju árum síðani: Tað vil siga, at beint undir tveimum triðingum av næmingum fóru í 10. flokk.
Gongdin í Danmark er eisini tann, at støðugt færri næmingar halda fram í 10. flokki. Sambært Skúlablaðnum hava breytartilboð, og tað at skúlar í einum øki taka seg saman í 10. floks eindir ella samstarva í annan mun, ávirkan á, at 10. flokkur enn hevur lutfalsliga gott tak á næmingum í Føroyum, tó at talið minkar.
Seytjan skúlar hava í løtuni 10. flokk. Eitt nú er allur 10. floks árgangurin í Tórshavnar kommunu savnaður í Nám X, sum heldur til í Eysturskúlanum. Í mun til serstakar breytir og verkætlanir, so er eitt kent dømi árligi stóri sangleikurin í Mentanarhúsinum Fuglafirði. Fuglafjarðar skúli hevur áður havt samstarv við skúlan í Klaksvík um hetta - seinastu árini hevur skúlaleikurin verið settur upp av næmingum úr Fuglafjarðar skúla, Stranda skúla og úr skúlanum við Streymin.
Les alla greinina um valið viðvíkjandi 10. flokki á skulabladid.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald