Hósdagin 19. januar var fyrsti fundur hildin í nýggju føroysku Útnorðurráðsnevndini, og har skipaði tað seg við tveimum formonnum yvir skeiðið. Hesum boðar ráðið frá í tíðindaskrivi í dag.
- Á fundinum skipaði ráðið seg við Jenis av Rana úr Miðflokkinum sum formanni og Henrik Old úr Javnaðarflokkinum sum næstformanni. Avtala er gjørd millum samgongu og andstøðu, at Jenis av Rana er formaður fyrstu tvey árini av valskeiðinum og Henrik Old seinnu tvey árini.
Sama dag var fundur í formansskapi Útnorðurráðsins. Talan var um netfund, og luttóku teir tríggir formenninir fyri íslendsku, grønlendsku og føroysku sendinevndina saman við aðalskrivaranum og teimum trimum landsnevndarskrivarunum.
Høvuðsevnið á hesum fundinum var Temaráðstevna Útnorðurráðsins, sum verður í Føroyum í døgunum 6.- 10. februar. Ráðstevnan verður á Hotel Hafnia og høvuðsevnið er matvøruveitingartrygd og sjálvbjargni í Útnorði, skrivar Útnorðurráðsnevndin.
Talan er um eitt ráð, har limir úr øllum flokkum á Løgtingi eru í. Tey, ið manna føroyska ráðið, eru:
Bárður á Lakjuni, umboð Fólkafloksins
Eyðdis Hartmann Niclasen, umboð Sambandsfloksins
Henrik Old, umboð Javnaðarfloksins
Erling Eidesgaard, umboð Tjóðveldis
Karlot Hergeirsson, umboð Framsóknar
Jenis av Rana, umboð Miðfloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald