Innanlands

Enn ein kvinna avmyndað í skiftingarrúmi í høvuðsstaðnum

Løgreglan váttar, at eitt starvsfólk í einari venjingarmiðstøð er skuldsettur, og at málið nú verður kannað nærri

Løgreglan hevur enn eitt mál um blygdanarskemd á borðinum, har ein kvinna í Havn er avmyndað í skiftingarrúmi

Løgreglan hevur enn eitt mál um blygdanarskemd á borðinum, har ein kvinna í Havn er avmyndað í skiftingarrúmi

2023-01-25 16:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku skrivaðu vit, at løgreglan hevði eitt mál var um blygdanarskemd á borðinum. Hetta snúði seg um, at ein ung kvinna varnaðist, at hon varð filmað við einari telefon ígjøgnum eitt “glopp, sum var í hurðini í skiftingarrúminum” í einum handli í Havn. 

Les eisini: Kvinna var filmað í skiftirúmi

Løgreglan er í gongd við at kanna hetta málið og nú eisini eitt annað líknandi mál. Vaktleiðarin á løgreglustøðuni í Havn váttar fyri Portalinum, at eitt kanningararbeiði er í gongd, eftir at ein persónur hevur nýtt telefon at filma/taka myndir inn í skiftirúmið hjá kvinnunum í einari venjingarmiðstøð í høvuðsstaðnum.

Sambært miðlinum Frihedsbrevet.fo fór hendingin fram í gjár, týsdagin 24. januar, og skrivað verður, at talan var um eitt starvsfólk á staðnum.

Vit hava fingið váttan fyri, at talan er um eitt mál - sum er meldað - men løgreglan fær einki nærri sagt um tað beint nú. Tað ber sostatt ikki til at staðfesta, at nakar er skuldsettur fyri blygdanarskemd, men tó at hetta málið verður kannað nærri í løtuni.

Talan er sostatt um annað mál av slíkum slagi av blygdanarskemd uppá eina viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder