Mentan

Nýggju Oscartilnevningar - í Filmsfelagnum mikukvøldið

Verður vístur í Havnar Bio mikukvøldið

2023-01-26 07:32 Author image
Innsent
placeholder

Martin McDonagh (f.1970), sum er av írskari ætt, hevur skrivað og leikstjórnað søguna um ta naggatódn, sum kemur í og rakar alla bygdina, tá ein maður strikar ein vin.

Filmurin er í níggju førum í uppskoti at vinna eina Oscarvirðisløn 12. mars. 

Undir heitinum “The Banshees of Inisherin fylgja vit gongdini í svørtu komediuni, tá lívlanga vinalagið millum Padraic og Colm fer í vaskið.

Filmurin fer fram á Aran oyggjum út fyri Galway har vesturi í Írlandi í 1923. 

Føroyski leikurin “Krypilin frá Inishmaan, sum Eyðun Johannesen setti á pall í 2000 við Hans Tórgarð í høvuðsleiklutinum, fór eisini fram á hesum leiðum. Orsøkin til samanberingina er, at leikstjórin Martin McDonagh, sum oftast leggur seg eftir tí groteska og harðbalna bygdalívinum, eisini átti ta søguna.

Vinmennirnir í írska filminum eru hin jarðbundni Padraic (Colin Farrell) og Colm (Brendan Gleeson), ið droymir um at verða tónaskald. Padraic verður púra fyri ongum, tá Colm ger støðuna upp og endar vinalagið, sum alt lívið hevur knýtt teir saman.

Systirin Siobhan (Kerry Condon) og løgreglusonurin í bygdini, Dominic (Barry Keoghan), royna at stuðla ørkymlaða Padraic, men støðan gerst bara verri. Vinalagið er farið, og avleiðingarnar í lítla bygdasamfelagnum eru ræðuligar.

Martin McDonagh, sum eisini gjørdi filmin “Three Billboards Outside Ebbing, Missouri, ið fekk tvær Oscarvirðislønir, hevur gjørt svørtu írsku komediuna um álvaran í vinalagi, sum slitnar, og karga lívið, sum síðan tekur seg upp í avbyrgda samfelagnum.

Oyggin Inisherin er fiktiv. Martin McDonagh vildi ikki brúka eina ávísa av Aran oyggjunum vestan til í Írlandi út fyri Galway, men fann upp á eina.

“The Banshees of Inisherin” verður vístur í Filmsfelagnum/Havnar Bio mikukvøldið 1. februar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder