Mentan

Emil í Lønnibergi 60 ár

Søgurnar um hann eru sera stuttligar – men tær eru eisini søgur um dirvi, moral, empati, vinalag og uppreistur

2023-01-26 11:41 Author image
Innsent
placeholder

Í ár eru 60 ár síðani fyrsta bókin um Emil í Lønnibergi varð útgivin. Av øllum sínum nógvu søgupersónum var Emil yndissøgupersónurin hjá Astrid Lindgren.

Søgurnar um hann eru sera stuttligar – men tær eru eisini søgur um dirvi, moral, empati, vinalag og uppreistur.

Skálkabrøgd eru stuttlig!

Fimm ára gamli Emil sær kanska út sum ein eingil, men vit vita øll, at hann er villur, uppfinningarsamur og treiskur og ger fleiri skálkabrøgd, enn tað eru dagar í árinum. Hóast Emil er fittur og vinaligur, ger hann nógv skálkabrøgd. Hann vil altíð hjálpa øðrum, men viðhvørt gongur tað galið …

[object Object]

Bøkur um Emil í Lønnibergi

“Veitst tú, hvat Emil í Lønnibergi einaferð gjørdi?” Soleiðis segði Astrid knappliga við trý ára gamla ommusonin, sum bara skríggjaði. Karl-Johan tagdi, hann vildi vita, hvat Emil gjørdi. Tað var í august 1962, og Emil var føddur.

Bøkurnar um Emil eru týddar til heili 53 mál og eru seldar í 30 milliónum eintøkum kring heimin!

Í øðrum londum, eins og hjá okkum í Føroyum, eitur hann fyri tað mesta Emil, men í Týsklandi er hann kendur sum Michel og í Finnlandi sum Eemeli.

Í 1971 var føroyski lærarin og týðarin, Heini F. Petersen, so nasadjarvur, at hann tók penn í hond og skrivaði eitt persónligt bræv til svenska stjørnurithøvundin Astrid Lindgren, har hann bað um loyvi um at týða fyrstu bókina.

- Tað er stuttligt, at eisini føroysk børn sleppa at lesa um Emil í Lønnibergi, skrivaði Astrid Lindgren m.a. til Heina Petersen, sum hevur týtt tær tríggjar bøkurnar.

Triðja og seinasta útgávan í bókarøðini um Emil í Lønnibergi kom út á føroyskum í 2022. Samstundis vórðu hinar báðar fyrru endurútgivnar við betri myndum og við dagførdum máli. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið bøkurnar út.

Tær tríggjar bøkurnar við søgum um Emil eru:

  1. Emil í Lønnibergi - á svenskum í 1963 og fyrstu ferð á føroyskum í 1978
  2. Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd – á svenskum í 1966 og fyrstu ferð á føroyskum í 1996
  3. Enn livir Emil í Lønnibergi – á svenskum í 1970 og á føroyskum í 2022

Emil í sjónvarpinum

Bøkurnar um Emil í Lønnibergi eru eisini gjørdar til vælumtóktar filmar. Filmarnir um Emil, sum eru frá 1970-árunum, eru líka stuttligir og sjarmerandi enn, og vera eisini javnan vístir í barnaløtuni í Kringvarpinum.

Visti tú, at Astrid Lindgren sjálv er við sum statistur í einum av filmunum? Hon er bóndakona í sjali á marknaðinum í Vimmerbýi.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder