Innanlands

Átjan fingu prógv sum heilsurøktarar á Heilsuskúla Føroya í gjár

Trettan av hesum næmingunum hava bústað norðanfjørðs

Mynd: Suðurrás

Mynd: Suðurrás

2023-01-27 14:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, hósdagin 26. januar, var prógvhandan á Heilsuskúla Føroya í Porkeri. 

Heimasíðan sudurras.fo skrivar, at 18 næmingar fingu prógv sum heilsurøktarar á Heilsuskúlanum.

Talan var um seytjan kvinnur og eitt mannfólk. 13 av næmingunum koma  "norðanífrá" - also ikki úr Suðuroynni.


Á myndini eru tey:

Aftara rað frá vinstru: Olga Dys Hansen (Streymnes), Elisa Augustinussen (Vágur), Irdi Elisa Andreasen (Hósvík), Sonja Simonsen (Fuglafjørður), Sissal Poulsen (Vágur), Sissal S. á Bøgarði (Kaldbak), Beinta Müller (Vestmanna), Maibritt P. Á Regni (Toftir), Andrea Jakoba Jensen (Hvalba) og Erika Joensen (Strendur).

Fremra rað frá vinstru: Drós T. Ryggshamar (Kollafjørður), Lív Farstad (Fámjin), Jákubina Thomassen (Nes), Gudmund T.  Niclasen (Miðvágur), Eyerusalem (Jeru) Y. Lemita (Norðragøta), Hallgerð F. Jacobsen, (Kvívík),  Elin Johannesen (Sørvágur), og Jórun M. Kristensen (Tvøroyri).

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder