Innanlands

Føroyar hava fingið sjálvstøðugan limaskap í Nordforsk

NordForsk er ein stovnur undir Norðurlendska ráðharraráðnum, sum fíggjar og stuðlar undir norðurlendskt samstarv um gransking og granskingarinfrakervi. Føroyar hava havt eygleiðarastøðu í stýrinum fyri NordForsk síðani byrjanina í 2005, og hevur tað leingi verið eitt politiskt ynski at fáa sjálvstøðugan limaskap

Annika Sølvará, sum hevur verið eygleiðari í stýrinum hjá Nordforsk vegna Føroyar, heldur fram nú sum limur (Savnsmynd)

Annika Sølvará, sum hevur verið eygleiðari í stýrinum hjá Nordforsk vegna Føroyar, heldur fram nú sum limur (Savnsmynd)

2023-01-28 14:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Granskingarráðið: Frá 1. januar 2023 at rokna hava Føroyar fingið sjálvstøðugan limaskap í stýrinum fyri norðurlendska stovnin Nordforsk.

NordForsk er ein stovnur undir Norðurlendska ráðharraráðnum, sum fíggjar og stuðlar undir norðurlendskt samstarv um gransking og granskingarinfrakervi.

Føroyar hava havt eygleiðarastøðu í stýrinum fyri NordForsk síðani byrjanina í 2005.

Hóast tað leingi verið eitt politiskt ynski at fáa sjálvstøðugan limaskap hevur tað ikki borið á mál áður.

Í mars 2022 søkti Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis og Mentamálum, vegna Føroyar um limaskap. Ynski at fáa limaskap tók støði í áhuganum og møguleikanum hjá Føroyum at geva sítt íkast til norðurlendska samstarvið á økinum. Umsóknin var grundað í Álandsskjalinum, har Føroyar, Grønland og Áland eftir umsókn kunnu fáa limaskap við atkvøðurætti á økjum, har londini hava ein ítøkiligan áhuga fyri virksemi hjá stovninum.

Viðgerðin hevur verið drúgv við hoyringum og fundum á fleiri stigum. Beint fyri ársskiftið varð staðfest, at Føroyar hava fingið játtað limaskap og at viðtøkurnar fyri NordForsk eru tillagaðar samsvarandi.

Annika Sølvará, sum hevur verið eygleiðari í stýrinum vegna Føroyar, heldur fram nú sum limur.

Næsta stigið á leiðini hjá Føroyum er at luttaka í átøkum hjá NordForsk við fígging til føroyskar luttakarar. Væntandi verður fígging til hetta á fíggjarlógini fyri 2023.

Les meira um NordForsk her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder