Mentan

Seks stórar røddir á G!

Jada, Bríet, Irene, Brimheim, Lucky Lo og Eivør eru fyrstu nøvnini, sum fyriskiparar handan festivalin avdúka í ár

Eivør verður aftur at síggja á G! í ár (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Eivør verður aftur at síggja á G! í ár (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-01-28 09:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danska superstjørnan Jada, íslendska popp prinsessan Bríet, hugtakandi finska songkvinnan Irene, føroyskt/danska gothpopp sensatiónin Brimheim, dansivinarliga svenska alt-popp navnið Lucky Lo og okkara egna diva Eivør. Hesi tey fyrstu nøvnini, sum fyriskiparar handan G! festivalin kunngera í ár.

– Vit eru ómetaliga glað fyri, at kunna bjóða eitt so spennandi úrval í fyrstu slepping av nøvnum, siga fyriskiparar í tíðindaskrivi í morgun.

Um fyrstu nøvnini, hava fyriskiparar av G! festivalinum hetta at siga:


Jada
Jada hevur við síni stóru rødd, væl snaraðu poppløgum og soulkenda R&B ljóði, sett seg til borðs við toppnøvnunum í donskum tónleiki. Hennara hjartaligi og erligi tónleikaheimur skumpar undir mørk, genrur og rák. Hetta hevur skapt virðing fyri henni bæði úti og heima. Ummælarar og fjepparar eru á einum máli, Jada er framúr.

Jada hevur spælt á størstu festivalunum í heimlandinum og í november spældi hon eina stóra konsert í Royal Arena. Nú gleðir Jada seg til at spæla fyri tykkum á Gøtusandi, og um ummælini av framførsluni á Orange pallinum á Roskilde festivalinum í fjør eru eftirfarandi, so verður tað ein framførsla, ið er ein ’Historisk triumf' og 'Vanvittig imponerende!’ Í øllum førum er talan um eitt av høvuðsnøvnunum í føroyska festivalsummarinum.

[object Object]

Bríet
Bríet er eitt tað fólkakærasta navnið á íslendska tónleikapallinum. Evnini at vinna hjörtuni hjá bæði ummælarum og áskoðarum eru eyðsýnd. Hetta hevur havt við sær útseldar konsertir, hópin av stroymingum og eina røð av viðurkenningum. Í 2021 vann hon heiðurin fyri ársins útgávu, besta sangara og besta teksthøvund av íslendsku tónlistaheiðurslønunum.

Stóru hittini ’Esjan’, ’Fimm’ og ’Rólegur kúreki’ eru fólkaogn í heimlandinum, og nú byrjar umheimurin veruliga at varnast songkvinnuna. Nógv er, ið bendur á, at hon verður næsta íslendska navnið at leggja heimin fyri sínar føtur.

[object Object]

Irene
Ráur, sansaligur norðurlendskur listapoppur kallar onkur tónleikin hjá Irene, og tað er ivaleyst ikki heilt av lagi lýsing. Tí hetta er hugtakandi. Songkvinnan er eisini lýst sum finska kærleiksbarnið hjá Björk, Fever Rey og Kate Bush.

Hon gjørdi fyrstu ferð vart við seg í 2017, við staklagnum ’Keep on Walking’. Hon skrivar hugvekjandi, djúpar tekstir og ger løg, ið gamaní eru listarlig, men sum eisini hava stóra poppdygd.

Í 2022 gjørdi Irene veruliga vart við seg, tá ið hon skrivaði tónleikin til heimildarrøðina ’Untold Arctic Wars’.

Okkara bókingartoymi fall fyri Irenu, tá ið tey hoyrdu hana á konsert. Hennara framførsla var innilig, rørandi og vælljóðandi, og vit máttu bjóða henni á G!,fyri at tit eisini skulu sleppa at uppliva hennara hugtakandi tónlistarliga heim.

[object Object]

Brimheim
Brimheim er eitt av mest spennandi rokknøvnunum á danska tónleikapallinum. Fyrsta heildarútgávan, ’I Can't Hate Myself Into Another Shape’ er ein av mest ummælararóstu útgávunum í Danmark seinasta árið. Útgávan er persónlig og bersøgin, men hon er eisini góðir sangir og góður rokkur.

Brimheim er umframt Helenu ein væl samanspældur ungur bólkur, ið seinasta árið hevur fingið alsamt størri pallroyndir.

Brimheim hevur ferðast víða um við sínum tónleiki, og hevur m.a. umboðað Føroyar á stórum ídnaðarfestivalum, sum Iceland Airwaves, By:Larm og Euro Sonic.

Á Faroese Music Awards í 2022 var Brimheim stóri vinnarin, og nú Gaffa hevur avdúkað tilnevningarnar til ársins Gaffa heiður, hevur Brimheim møguleika at vinna seks ymiskar heiðurslønir.

[object Object]

Lucky Lo
Svensk/danska Lucky Lo finnur íblástur í fólkatónleki, svenskum poppi og bulgarskum og japanskum tónleiki, og alt hetta ger blandið, ið er ljóðmyndin hjá Lucky Lo.

Hetta er alt-poppur, litfagur, erligur, kensluborin og ektaður tónleikur, ið flytir seg millum tað dansivinarliga og tað inniliga, altíð borin av hesi somu røddini við so nógvari dýpd og inniligheit.

Fyrsta útgávan hjá Lucky Lo ’Supercarry’ kom út í mars í fjør, og síðani tá hevur bólkurin ferðast kring Danmark við tónleikinum.

Lucky Lo er ein bólkur, ið ummælararnir hava róst til skíggja og sum ferð eftir ferð hevur víst á palli, at tey liva upp til stóru orðini. Vit eru tí serstakliga glað fyri, at hava fingið bólkin hendan vegin.

[object Object]

Eivør

Tá ið Eivør í 2002 stóð á odda fyri Clickhaze á allar fyrsta G! festivalinum, á allar fyrsta føroyska tónleika festivalinum. Mundi tað vera tey fægstu, ið spáddu, at vit tjúgu ár seinni høvdu hugtakið ’føroyska festivalsummarið’.

Henda góðveðurdag á einum palli bygdum av plattum og sandi byrjaði ein kærleikssøga millum Eivør og G!.

Vit eru glað, at hendan kærleikssøgan í ár fær enn eitt kapittul.

Eivør og G! hoyra saman, og vit eru tí aftur í ár errin av, at ivaleyst Føroya kendasta og best dámda songkvinna Eivør er á skránni. Eivør elskar G! og G! elskar Eivør.

Sum í øllum góðum kærleikssøgum er týdningarmikið, at mann heldur . Tað er ongantíð ein trupulleiki við Eivør, tí sum listakvinna hevur hon altíð dugað at endurnýggja seg og mennast.

Seinastu árini eru konsertferðirnar út í heim størri og drúgvari. Eivør ferðast við sínum vælspælandi bólki um allan heimin. Tey koma tí á G! Í toppformi og hendan kærleikssøgan fær enn eitt kapittul - vælkomin heim, Eivør.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder