Innanlands

Fleiri tiknir í ferðsluni í gjár

Seinasta samdøgrið eru seks bilførarar tiknir fyri ymisk lógarbrot

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2023-01-28 10:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur verið rættiliga friðarligt, men tó vórðu fleiri bilførarar, sum vórðu tiknir fyri ymisk lógarbrot, upplýsir løgreglan.

Í gjár hevði løgreglan eitt málrættað átak í Eysturoynni, har fimm bilførarar vórðu tiknir.

Fýra bilførar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki. Tríggir teirra fingu bót fyri at koyra millum 58 og 70 km/t, meðan hin fjórði koyrdi heilar 80 km/t, og tað fekk hann bæði bót og klipp fyri.

Ein bilførari varð eisini tikin fyri at koyra við einum barni, sum ikki sat íbundið, og fekk hann eitt klipp fyri hetta.

Umframt hetta tók løgreglan ein bilførara í Havn í nátt fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Blóðroynd er tikin av honum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder