Innanlands

Strandferðslan: Kunnu vænta broytingar og avlýsingar í morgin

Veðurforsøgnin boðar frá nógvum vindi, og roknast kann við, at ferðslan verður darvað frá morgunstundini av

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-01-28 14:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin kann roknast við broytingum og/ella avlýsingum á oyggja- og bygdaleiðum hjá Strandferðsluni.

Tað skrivar heimasíðan hjá Strandferðsluni.

– Veðurforsøgnin boðar frá nógvum vindi frá morgunstundini av, og ikki fyrr enn móti kvøldið minkar vindurin aftur, og sostatt kann roknast við, at ferðslan verður darvað frá morgunstundini av, sigur Strandferðslan.

Higartil er ikki boðað frá nøkrum broytingum ella avlýsingum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder