Innanlands

Veðrið ávirkar siglingina hjá Smyrli

Tveir túrar eru avlýstir í morgun, og seinastu túrarnir í kvøld verða sigldir ein tíma seinni enn vanligt, upplýsir Strandferðslan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-01-29 09:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár boðaði Strandferðslan frá, at tað orsakað av vánaligu veðurforsøgnini kundi roknast við broytingum og/ella avlýsingum á bæði oyggja- og bygdaleiðum. Higartil er tað bert á Suðuroyarleiðini, at túrar eru avlýstir.

Smyril hevur avlýst tveir túrar í morgun. Talan er um túrin av Krambatanga klokkan 8.30 og av Havnini klokkan 11.

Eftir ætlan verður tó siglt aftur í kvøld, og sambært Strandferðsluni verða tveir teir síðstu túrarnir fluttir ein tíma, so at siglt verður av Krambatanga klokkan 18.30 og av Havnini klokkan 21.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder