Innanlands

Summarfestivalurin: Næstan øll húsvognaplássini farin

Leiðarin á kunningarstovuni í Klaksvík sigur, at tað hevur gingið lutfalsliga væl at útvega fólki húsvognapláss

Summarfestivalurin: Næstan øll húsvognaplássini farin

Mynd: Summarfestivalurin.com

2018-08-09 12:19 Author image
Regin Winther Poulsen

- Tað hevur gingið lutfalsliga væl at útvega húsvognapláss í ár. Onkrar avbjóðingar hava verið og eitt nú eru fólk komin tíðliga í ár, greiðir Elsa Poulsen, leiðari á kunningarstovuni í klaksvík frá. 

Hon greiðir frá, at 214 pláss eru bókaði, men at tað enn eru eini 10 pláss tøk. Elsa Poulsen greiðir eisini frá, at tað eru tey somu, sum koma í húsvogni hvørt ár. 

- Innan 48 tímar eftir seinasta festival høvdu áleið 70 fólk longu bókað sær pláss til í ár, greiðir hon frá og sigur, at tað bara eru føroyingar, ið koma á festivalin í húsvogni. 

- Eg haldi ikki vit hava nakra útlendska nummarplátu, sigur hon og leggur afturat, at tær síðstu avbjóðingarnar, sum hava verið, eru við at koma uppá pláss. 

 

 

placeholder
placeholder