Mentan

“Tá eg sá teg” – Árni í nýggjum hami

Fyrsta lagið, sum kemur frá honum, síðan tvíburabróðurin Marner doyði

2023-02-02 07:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árni Andreasen hevur ongan sang givið út, síðan tvíburabróðir hansara Marner, fór av foldum. Tað er einki at ivast í, at teir báðir høvdu eitt ávíst “ljóð”, men hesaferð er Árni einsamallur.

Hettar er nakað heilt nýtt, og hava vit ongantíð hoyrt nakað líkandi frá honum áður. Sjálvur sigur Árni um sangin, at hann er lættari enn lættisoppur. Sangurin kallast ”Tá Eg Sá Teg” og tað er sonur Árna, Julian Andreasen, sum hevur framleitt.

Sangurin er at hoyra á m.a. Youtube og Spotify. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder