Innanlands

Syfilis útbrot í grønlendskari bygd

Grønlendska heilsumálaráiðið ávarar ungdómar tí fleiri og fleiri bera syfilis smittuna

Syfilis útbrot í grønlendskari bygd

Mynd: Sermitsiaq.AG

2018-08-09 14:50 Author image
Regin Winther Poulsen

Seinastu tíðina er syfilis staðfest hjá fleiri ungum í Ilulissat, og tí ávara myndugleikarnir nú um at nýta hít. Tað skrivar Sermitsiaq.AG.  

- Tað eru fleiri og fleiri ung, sum bera syfilis smittuna. Tað er ørkymlandi, tí tað kann skjótt spreiða seg við ófyribyrgdari kynsligari samveru. Ikki hava sex, um tað eru sár á kynslimunum, greiðir grønlenska heilsumálaráðið frá í lýsing í lokala blaðnum Iluliarmiut aviisiat

Í 2016 vóru 71 fráboðanir í Grønlandi um syfilis og hetta er ein stóru vøkstur síðani 2009, tá ongin tilburður var í landinum. Myndugleikarnir eru ørkymlaðir og ávara fólk um at nýta hít. 

Syfilis kemur av eini bakteriu. Smittað verður við kynsligari samveru og fyrstu eykennini eru sár á kynsgørninum. Sjúkan er vandamikil og kann í ringasta føri kosta lív. 

Vøksturin í syfilis-tilburðum hevur verið stóru síðani 2009. 

placeholder
placeholder