Mentan

Video: Hetta var eitt veldigt upplivilsi

Jensjáku Hansen saman við Herlufi Gudmundarson úti á Munna. Herluf er illa gongdur, og væntaði ikki at koma upp á nakað fjall aftur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-02-02 21:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við Fjallavatn og úti á Munna er sera vakurt. Jensjáku Hansen, sum við ymsum filmum roynir at savna pengar til túrin upp á fjallið Aconcagua í Argentina í 2024, og eisini seta fokus á ADHD felagið, var ein dagin herfyri ein túr við Herlufi Gudmundarson í vakra umhvørvinum norðantil í Vágum.

[object Object](Mynd: Jensjáku Hansen / Youtube)

- Á Facebook fái eg nógvar tumlar og viðmerkingar, ein sum er trúgvur at viðmerkja er Herluf Gudmundarson. Tá Herluf skrivaði at hann nokk ikki kom aftur uppá nakað fjall, bleiv eg syrgin, skrivar Jensjáku Hansen á Facebook.

- Endamálið hjá mær við at gera sendingar úr náttúruni er at vísa teimum sum ikki hava møguleika at ganga til fjals allan vakurleikan. 

[object Object]Heldur illfýsið úti á Munna, men vakurt er tað heilt sikkurt (Mynd: Jensjáku Hansen / Youtube) 

- Eg havi royndir við koyring í fjøllunum og eftir sum eg havi atgongd til lendisfarið hjá Fjallabjargarunum, gjørdi eg av at bjóða Herlufi ein túr. 

Herluf læt væl at túrinum.

- Hetta var eitt veldigt upplivilsi, sigur hann millum annað í videobrotinum.

Upptøkur frá túrinum síggjast omanfyri.

ADHD-felagið tekur ímóti pengunum á konto 9181-5785172, sigur Jensjáku Hansen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder