Í kvøld spælir heimskendi hittbólkurin Aqua á Summar Festivalinum. Aqua fekk rungandi gjøgnumbrot við sanginum »Barbie Girl« í 1996, og eftir tað høvdu tey eina langa røð av hittum.
Nú eru tey í Aqua komin til Føroya á fyrsta sinni at framføra. Tað verður á Summar Festivalinum í kvøld.
René Dif, sum er annar sangarin í Aqua, hevur ferðast regluliga til Føroya seinastu árini – hann hevur vinfólk – og hann er fegin um, at nú er bólkurin við honum, og at tey umsíðir skulu framføra á føroyskum palli.
– Vit hava ongantíð ljóðað betur, enn vit gera nú, sigur René Dif.
Mentan
Aqua: Vit hava ongantíð spælt betur
Samrøða við René Dif, annar sangarin í Aqua sum fer á pallin klokkan 22
2018-08-09 21:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald