Innanlands

Løgreglan: Friðarligt á Summarfestivalinum í nátt

Samarittar og vaktirnir á staðnum taka sær av tí mesta, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2018-08-10 07:48 Author image
Oda Strøm
placeholder

- Tað hevur verið sera friðarligt í nátt, og ikki einaferð hava tey ringt av Summarfestivalinum eftir okkum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun. 

Summarfestivalurin byrjaði við einum braki í gjár og sera nógv fólk vóru komin saman. Tað merktist tó ikki aftur á løgreglustøðini. 

- Tað plagar at vera friðarligt á Summarfestivalinum, og vaktirnir og samarittarnir taka sær av tí mesta, sum stingur seg upp. Vit hava tó sett tvey løgreglufólk eyka av til í kvøld at hjálpa teimum løgreglufólkunum, sum eru í Klaksvík, og so eru vit annars vælmannað. Men tað verður neyvan neyðugt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder