1. mars verður stjóraskifti á Kjølbro Heilsølu. Talan verður um ein tilflytara, ið eisini íðkar ítrótt í býnum, sum tekur yvir fyri ein, sum hevur gjørt tað sama.
Kjølbro Heilsøla boðar í dag frá, at Árni Frederiksberg í næstum tekur við sum nýggjur stjóri. Hann avloysir havnarmannin Hans Arna Bjarnason Thomsen, sum seinastu fimm árini hevur verið í sessinum. Tað hevur Hans Arni, samstundis sum hann verið verið stjóri í fyritøkuni Kjøli, sum hongur saman við heilsøluni.
- Hans Arni heldur fram í starvinum, sum stjóri á Kjøli, har ætlanir eru við útbyggingum av ymiskum slag. Harumframt hevur Hans Arni játtað at taka sæti í nevndini í Kjølbro Heilsølu.
Árni Frederiksberg saman við Hans Arna Thomsen, sum hann avloysir (Mynd: Kjølbro Heilsøla)
Árni er nú búsitandi í Klaksvík, har hann javnan ger vart við seg á fótbóltsvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)
Árni Frederiksberg er serliga kendur frá fótbóltsheiminum. Hann hevur seinastu 13 árini spælt yvir 300 dystir í fremstu føroysku deildini, og í 2021 og 2022 hevur hann havt heimavøll í Klaksvík og vunnið FM við KÍ - í 2021 gjørdist maðurin úr Saltangará við gylta vinstrabeininum ársins spælari í føroyskum fótbólti.
Seinastu 10 árini hevur Árni arbeitt í bankaheiminum. Tað hevur verið hjá Betri Banka, har hann hevur lært, og hevur tað millum annað verið á Vinnulívsdeildini. 30-ára gamli bankamaðurin verður eisini í næstum liðugur við eina útbúgving sum HD í roknskapi og fíggjarstýring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald