Kórbókin ”101 kórsangur”, sum kom út í juni 2021, hevði til endamáls at savna teir flestu føroysku kór-evergreens í einari bók. Ætlanin hevur allatíðina verið at sungið allar sanginar í bókini ein seinnapart, men høvi hevur ikki verið til tess. Nú leygardagin verður tað so roynt.
Zacharias Sørensen fekk hugskotið til hesa bók, eftir at kórfólk fóru at spyrja eftir nótum til allar hesar ”evergreens”, sum sungnir vóru á kórstevnum, á ólavsøku og aðrastaðni, har kórsangarar savnaðust.
Gerast skuldi ein antologi við kórsangum, ið ikki var so stór í vavi og soleiðis høglig at hava uppiá sær. Saman við kenda kórkomponistinum Knúti Olsen savnaði Zacharias tilfar, og endin var, at bókin kom at innihalda 101 kórsangir.
Leygardagin 11. februar kl 16.00 í Finsen verður høvi hjá øllum kórsangarum at syngja sanginar í bókini. Vónin er, at sangarar úr øllum landinum koma til Havnar at syngja. Tað verða kórleiðarnir Leif Hansen og Benjamin Gaasedal, sum fara at leiða kórsangin.
Kaffi, te, kakur og frukt verður at fáa. Tiltakið er ókeypis og eingin tilmelding er.
Fyrireikaranir rokna við, at sangur fer at ljóma einar góðar 4 tímar.
Kórsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald