Mentan

Reiley mettur at hava góðan møguleika

Sambært veddingarfyritøku stendur tað millum havnarmannin og íslendskar systrar at vinna danska Melodi Grand Prix

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-02-10 08:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Spenningur undan danska Melodi Grand Prix í annaðkvøld. Havnarmaðurin Rani Petersen, sum undir navninum Reiley luttekur við lagnum “Breaking my Heart” verður av veddingarfyritøkum mettur at hava góðan kjans at fara avstað við øllum.

Á Oddset hjá Danske Spil hava Reiley og íslendsku systrarnar Eyjaa bestu “odds”. Um Reiley vinnur gevur tað pengarnar aftur 2,40 ferðir, og vinnur Eyjaa fáast pengarnir aftur 2,80 ferðir.

Triðbest møguleika at vinna hevur ein luttakari við navninum Nicklas Sonne, sambært Danske Spil. Vinnur hann, fær ein pengarnar aftur 7,50 ferðir.

Átta luttakarar eru tilsamans, og síðani mánadagin hevur borið til at atkvøtt einaferð um dagin á appini DR Grand Prix. Til vil siga, at tað ber til at atkvøða í dag og aftur í annaðkvøld.

Danske Melodi Grand Prix verður leygarkvøldið klokkan 19 føroyska tíð, og verður víst á DR1.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder