Hon hevur verið fyrstiráðharri í Skotlandi síðani 2014, og so leingi hevur eingin verið í sessinum. Nú 52-ára gamla Nicola Sturgeon verður í sessinum sum fyrstiráðharri Skotlands eina tíð afturat - tó bert til ein avloysari er funnin.
- Tað er tann rætta avgerðin fyri meg og mín flokk. Eg havi hugsa um tað leingi og spurt meg sjálvan: Er tað tað rætta fyri meg at halda fram? Og meira týdningarmikið: Er tað tað rætta fyri land mítt. Svarið er nei
Nicola Sturgeon tók við sum forkvinna í SNP - skotska tjóðskaparflokkinum - og sum fyrstiráðharri í november 2014, eftir at tað gjørdist talan um eitt tepurt nei á fólkaatkvøðuni um loysing frá Stórabretlandi.
Sturgeon hevur framahaldandi arbeitt fyri loysing - tó hava atfinningar verið um, at hon ikki hevur verið nóg ágangangandi hesum viðvíkjandi. Hon ætlaði at fáa eina nýggja fólkaatkvøðu ásetta til oktober 2023, men stjórnin í London forðaði fyri hesum. Á tíðindafundinum lýsti hon koronutíðina, sum eina av tí harðastu á hennara politisku lívsleið.
Les eisini: Nicola Sturgeon ætlar at skipa fyri nýggjari fólkaatkvøðu
Nicola Sturgeon gevst sum bæði fyrstiráðharri í Skotlandi og sum forkvinna í SNP. Hon hevur verið limir í skotska lóggávutinginum (parlamentinum) síðani 1999 og skotsku stjórnini síðani 2007, har hon hevur staðið á odda fyri ymiskum embætum.
Uttanlands
Nicola Sturgeon fer frá
Hetta er tann rætta tíðin fyri meg, flokkin og landið, segði hon á tíðindafundi fyrrapartin. Sturgeon verður tó í sessinum sum fyrstiráðharri Skotlands, til ein avloysari er funnin
Sturgeon hevur næstan verið í sessinum í átta og eitt hálvt ár, og er hetta met. Hon gevst eisini sum leiðari fyri skotska tjóðskaparflokkin (Mynd: EPA)
2023-02-15 13:11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald