Innanlands

Burturvístu fólk orsakað av húsaófriði

Løgreglan mátti tvær ferðir burturvísa fólk um vikuskiftið

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2018-08-13 09:35 Author image
Oda Strøm

Um vikuskiftið vóru tvær ferðir boð eftir løgregluni í samband við húsaófrið, og í báðum førum valdi løgreglan at vísa fólk burtur av staðnum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. 

Fyrsta fráboðanin, sum løgreglan fekk um húsaófrið, var beint eftir midnátt sunnumorgunin í Havn. Tveir menn vóru blivnir ósamdir og hugsingur var, at teir fóru til hendurs. Løgreglufólk á staðnum skiltu partarnar sundur og avgjørdu at burturvísa ein av teimum av staðnum.

Um fýra tíðina fekk løgreglan aftur eina fráboðan um húsaófrið í Klaksvík. Har bleiv eisini ein persónur burturvístur av staðnum og so bleiv friður aftur, sigur vakthavandi. 

placeholder
placeholder