Innanlands

Wull vinnarar av SkúlaFM

Wull úr Tofta- og Runavíkar kommunuskúla hevur framleitt eina ulla-rullu og ulla-haldara, sum kann brúkast til eplaveltur ella aðrar veltur

Durita Feilberg Lamhauge og Jenny Maria Briansdóttir

Durita Feilberg Lamhauge og Jenny Maria Briansdóttir

2023-02-24 14:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt slóðbrótandi hugskot, við eini vøru, sum skjótt kann verða brúkaranum í hendi.

So greið vóru skotsmálini, sum dómararnir góvu vinnarunum í Wull, tá tær í dag vunnu SkúlaFM 2023.

Wull hevur framleitt eina ulla-rullu og ulla-haldara, sum kann brúkast til eplaveltur ella aðrar veltur. At brúka ullina til at velta við, hevur við sær eina betri úrtøku og góðsku.

Stovnararnir av bólkinum Wull eru; Durita Feilberg Lamhauge, Jenny Maria Briansdóttir og Miriam Blábjørg Poulsen, sum allar ganga í 10. flokki í Tofta- og Runavíkar kommunuskúla.

Hetta er tískil annað árið á rað, at næmingar úr Tofta- og Runavíkar kommunuskúla vinna SkúlaFM 2023.

Nummar tvey gjørdist Volga frá Eysturskúlanum. Eisini tey fingu sera góð skotsmál frá dómarunum, fyri teirra vøru, sum var rabarbusaft.

Nummar trý gjørdist Grønt úr skúlanum á Løgmannabreyt. Tey høvdu sæð og fangað ein háaktuellan samfelagstrupulleika, sum eisini hevur vinnuligar møguleikar, vístu dómarnir á. Við eini heimasíðu og samstarvi við handlar í Føroyum, høvdu tey eina loysn til trupulleikan av matoyðsl, samstundis sum tey hjálpa fíggjarliga sperdum familjum.

Vinnandi bólkur fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark. Hendan kappingin verður 20. apríl.

Betri og Føroyar Tele góvu 5.000,- hvør til vinnandi bólkin. Nummar tvey og trý fingu somuleiðis vinning á ávíkavist 1.500,- og 1.000,-.

Níggju bólkar vóru við í finaluni í ár. Dómararnir vístu á, at tað var sera torført at taka dagar ímillum luttakandi bólkarnar, tí støðið var so mikið høgt. Harafturat vístu dómarnir á, at støðið tykist at hækka fyri hvørt ár.

Í dómsnevndini sótu Høgni Warberg, fulltrúi í barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Rannvá Troest, umboð fyri Vinnuframa, Jákup Dahl frá Betri Banka og Tróndur Dalsgarð frá Føroya Tele.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder