Innanlands

Krígssavnið fingið nýggja nevnd

Á aðalfundi hóskvøldið varð nýggj nevnd vald. Karl Jóhan Nielsen heldur fram sum formaður

Nýggja nevndin í Krígssavninum eftir aðalfundin hóskvøldið. Aftanfyri eru tað úr vinstru Klæmint Weihe, næstformaður, Poul Arni Jacobsen, fyrsti tiltakslimur, og Regin Davidsen, annar tiltakslimur. Frammanfyri eru tað úr vinstru Karl Jóhan Nielsen, formaður, Marna Jacobsen, skrivari, Fróði Poulsen, kassameistari, og Magnus á Stongunum, nevndarlimur.

Nýggja nevndin í Krígssavninum eftir aðalfundin hóskvøldið. Aftanfyri eru tað úr vinstru Klæmint Weihe, næstformaður, Poul Arni Jacobsen, fyrsti tiltakslimur, og Regin Davidsen, annar tiltakslimur. Frammanfyri eru tað úr vinstru Karl Jóhan Nielsen, formaður, Marna Jacobsen, skrivari, Fróði Poulsen, kassameistari, og Magnus á Stongunum, nevndarlimur.

2023-02-27 08:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóskvøldið hevði Krígssavnið aðalfund á sjálvum Krígssavninum í gamla SOR-bygninginum við flogvøllin í Vágum.

Karl Jóhan Nielsen, formaður í nevndini fyri Krígssavnið, bjóðaði vælkomin, men áðrenn farið var undir regluligu skránna, segði hann nøkur orð um Dánjal Poulsen, sum eftir stutta sjúkralegu andaðist 26. apríl í fjør.

Dánjal Poulsen var ein av stigtakarunum at stovna Krígssavnið 23. juli 2008 og hevur síðan tá sitið í nevndini. Nú hann andaðist, var hann næstformaður.

- Við sínum eldhuga, handaligu og skapandi evnum hevur Dánjal verið savninum ein ómetaligur hollur stuðul. Ærað verið minnið um Dánjal Poulsen, segði Karl Jóhan Nielsen, og bað síðan fundarfólkið reisa seg at minnast Dánjal við einari løtu í tøgn.

Í síni formansfrágreiðing segði Karl Jóhan Nielsen frá, at Anna, kona Dánjal, hevði bjóðað Krígssavninum at velja tær bøkur úr stóra bókasavninum hjá Dánjali, sum hildnar vóru at hava týdning fyri bókasavnið hjá Krísgssavninum.

Formaðurin greiddi eisini frá, at Erhard Jacobsen í Sørvági, sum er fyrrverandi landsbókavørur, hevur lovað at velja út og skráseta allar bøkurnar hjá Krígssavninum, og Landsbókasavnið hevur játtað savninum at sleppa upp í teirra bókasavnsskipan, har tað ber til at skráseta bøkur, greinar, tíðarrit og skjøl. Prísurin fyri hetta er 10.000 krónur um árð.

Bókasavnið skal vera uppiá í savninum – har sum sjálvt hjartað var, tá bygningurin undir krígnum var SOR-støð. SOR stendur fyri Sector Operation Room – og støðin í Vágum var ein týdningarmikil liður í fráboðanarketuni hjá bretska hervaldinum í Norðuratlantshavi.

Karl Jóhan Nielsen segði í síni frágreiðing, at vitjanin í fjør var nógv tarnað av fyrst koronufarsóttini og síðan stóra umvælingararbeiðnum á Krígssavninum. Umvælingararbeiðið inni í SOR-bygninginum fer at vera eina tíð afturat.

Av hendingum hjá Krígssavninum í fjør kann nevnast vitjanin hjá teimum báðum Tony Barnes, majori, sum hevur skrivað bøkur um bretsku hersetingina í Føroyum, og Steve Lloyds, varaovasti í søgudeildini hjá Royal Air Force, RAF.

Teir hava báðir vitjað Føroyar og Krígssavnið áður, og hesa fer hevði Krígssavnið bjóðað teimum báðum við konum henda vegin. Ferðirna hjá Tony Barnes og Steve Lloyds høvdu Atlantic Airways og Gist & Vist latið.

Tony Barnes gav Krígssavninum nýggjastu bók sína “Royal Air Force on the Faroe Islands, 1940 – 1946”, og Steve Lloyds fór saman við nevndini í Krígssavninum ígjøgnum allan SOR-bygningin, og ætlanin um endurreisn og endurskapan av bygninginum við barakkum og flogtorningum, soleiðis sum tað sá út undir krígnum, varð vandaliga eftirhugd. Síðan vitjanina hevur Steve Lloyds sent Krígssavninum rúgvusmikið tilfar við tekningum, og er eisini komin við leiðbeinandi viðmerkingum um framtíðar ábøtur og endurreisn av allari SOR-støðini.

Umvælingararbeiðið, sum nú fer fram innandura á savninum, er pussing og máling, sum Kell E. Jensen, múrarameistari í Miðvági, stendur fyri. Arbeiðið var boðið út, og hevði hann lægsta boðið, sum var uppá 314.772 krónur.

Av serligum gávum nevndi Karl Jóhan Nielsen tær 75.000 krónurnar frá Hiddenfjord. Karl Jóhan Nielsen greiddi frá, at Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, ikki minni enn tríggjar ferðir hevur ringt fyri at spyrja, hvussu tað gongur, og um tey ikki hava brúk fyri einum oyra.

Ein onnur serlig gáva til Krígssavnið í fjør var ein samsýning uppá 15.000 krónur frá P/F Wensil aftur fyri loyvi at parkera fleiri bilar á plássinum hjá savninum í tríggjar mánaðir.

Roknskapurin hjá Krígssavninum, sum Fróði Poulsen, kassameistari, legði fram, vísti eitt avlop uppá slakar 280.000 krónur í fjør, sum var eitt sindur minni enn í 2021.

Í nevndini stóðu, umframt tóma sessin eftir Dánjal Poulsen, Marna Jacobsen í Sørvági og Fróði Poulsen í Miðvági fyri vali. Tey tóku bæði við afturvali, og afturat teimum var Magnus á Stongunum í Sandavági í uppskoti. Onki annað valevni var, so tey trý blivu øll vald.

Sum tiltakslimir blivu Poul Arni Jacobsen og Regin Davidsen, báðir í Sørvági, valdir. Tiltakslimirnir standa á hvørjum ári fyri vali. Sigrun Joensen, sum hevði verið tiltakslimur, bað seg undan afturvali.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Karl Jóhan Nielsen sum formanni, Klæmint Weihe, sum tók við sum næstformaður eftir Dánjal Poulsen, heldur fram í tí sessinum, Fróði Poulsen er kassameistari, Marna Jacobsen skrivari og Magnus á Stongunum nevndarlimur. Við lutakasti bleiv gjørt av, at Poul Arni Jacobsen er fyrsti tiltakslimur og Regin Davidsen annar.

Krígssavnið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder