2023-03-06 09:49
Um vikuskiftið var føroyarmeistarakappingin í karaoke í Glitnir í Havn, har 12 luttakarar kappaðust um at gerast føroyameistari í karaoke.
Tveir vinnarir vórðu funnir – Eva Hjelm Aanesen og Edvin Niclasen, og tey skulu umboða Føroyar á heimspallinum í Panama City, í november.
Fyriskiparar siga seg vera ovurfegnir um stóra luttøkuna, og vóna teir, at tað verður líka væl umtókt framyvir. Nú byrja fyrireikingar til heimskappingina, og Føroyar eru fyrsta landið, ið hevur funnið sín meistarar, verður sagt í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald