Innanlands

Stevnuskráin fyri Føroyaflokkin klár

Flokkurin, sum roynir at koma inn á ting, hevur almannakunngjørt stevnuskránna fyri flokkin

Stigtakari til Føroyaflokkin, Hjalmar Zachariassen

Stigtakari til Føroyaflokkin, Hjalmar Zachariassen

2018-08-15 08:46 Author image
Oda Strøm
placeholder

Føroyaflokkurin, sum ætlar sær inn á ting til komandi val, hevur júst almannakunngjørt stevnuskránna fyri flokkin. 

Í samrøðu við R7 20. juli segði stigtakarin til flokkin, Hjalmar Zachariassen, at flokkurin higartil hevur savnað yvir 300 undirskriftir. Fyri at kunna stilla upp løgtingsval, skal flokkurin tó hava 800 undirskriftir. 

Í tí sambandi hevur flokkurin nú almannakunngjørt stevnuskránna fyri flokkin. Í viðmerkingunum til stevnuskránna skrivar flokkurin m.a., at flokkurin ikki gongur inn fyri sosialismu og konservativismu.

- Føroyaflokkurin stendur IKKI fyri sosialismu, tí at (1) Kollektivur ognarskapur eggjar ikki til ábyrgd og røkt, (2) landið skal ikki eiga og stýra vinnulív, (3) javnstøða (equality of outcome) merkir diskriminering, (4) sentralstýring og (prís-)kontroll skapar vánaligari úrslit.

- Konservativismu, tí at eitt samfelag er altíð í rørslu, tí kann konservativur politikkur ikki vera eitt mál í sær sjálvum.

- Nýliberalismu og samleikapolitikki

Niðanfyri er stevnuskráin endurgivin í verandi líki.

Stevnuskrá fyri Føroyaflokkin
- flokkurin fyri tí klassisku liberalismuni

Persónligt ræði og rættindi
Vit trúgva uppá, at vit eiga altíð at stremba eftir at geva einstaklinginum so nógv frælsi í sínum lívi sum yvirhøvur gjørligt, uttan at hetta frælsi ger seg inná frælsið hjá øðrum. Vit trúgva, at hvør einstakur føroyingur er best førur fyri at taka sínar egnu avgerðir.

Vit eru øll líka fyri lógini, tí hava øll somu rættindu og skyldur, uttan mun til, hvørji vit eru og hvør okkara uppfatan er. Tað er ikki luturin hjá landinum at veita serrættindi til bólkar.

Leikluturin hjá landinum
Leikluturin hjá landinum skal vera avmarkaður. Høvuðusuppgávan er at verja okkara rættindi.

Landið eigur bert at átaka sær uppgávur, sum eru neyðugar. Tí eiga vit at nágreiniliga lýsa uppgávuna og ábyrgdina hjá landinum. Tað er m.a ikki uppgávan hjá landinum at reka fjølmiðlavirksemi; landið skal frásiga sær allar uppgávur sum ikki eru kjarnuuppgávur.

Vit halda at uppgávur fyrst og fremst skulu loysast av kommunum heldur enn av landinum. Ein sunn kapping millum økir skapar betri úrslit. Kommunur vera tá sjálvar eggjaðar til at fara í størri samarbeiði, men framvegis varðveita síni rættindi.

De-sentralisering 
Landið skal spjaða sítt virksemi og íløgur kring landið, so at øll øki fáa partar av aktivunum hjá landinum. Beint ímóti rákinum í dag vilja vit heldur menna allar Føroyar og ikki bert miðstaðin.

Búskapur
Vit trúgva uppá tann fría marknaðin. Landið skal ikki blanda seg uppí virksemið hjá vinnulívinum. Vit vilja fullkomuliga sleppa av við politiska útlutan av loyvum.

Avgjøld og stuðul eru í stóran mun at geva við aðrari hondini og taka inn við hinari, tí búskapurin gerst ógreiðari, ineffektivari og vísir ikki veruliga kostnaðin við slíkum loysum. Tí skulu vit heldur avtaka stuðul og avgjøld enn at upprætta fleiri. Stuðulsloysnir skulu allar periodiskt endurgóðkennast av Løgtinginum.

Vælferðarsamfelagið dúvar uppá, at føroyingar framleiða og skapa nógv virðir. Tí skal vinnulívið ikki avmarkast og skattast fyrst og fremst, men sleppa at virka og vaksa undir tryggum kørmum. Tað gagnar ikki samfelagnum at gera inntriv og umfordeila virðir, tí at tá vera framtíðarvirðini kanska ongantíð skapt.

Fruktirnar av vinnulívi skulu fyrst og fremst síggjast í lokaløkjum, har virðini vera skapt, og ikki inndragast av landinum til at umfordeila. Hetta leggur upp til, at lokaløkini skulu uppliva natúrligan ágóða av virkseminum, sum er í økinum.

Føroyaflokkurin eggjar til, at bæði vinnulív og privatfólk hava sterk ognarrættindi. Virðið av ognarrættindum fyri samfelagið sum heild er altíð størri, tá ið tað ikki er fólksins ogn, men tá ið eigari er ásettur, sum hevur persónligan áhuga í at viðlíkahalda og varðveita virðið.

Føroyaflokkurin ynskir at beina burtur forðingar fyri menning av vinnulívi. Handilslívið í Føroyum skal ikki verjast, men brynjast til kapping. Tollur og bureaukratiskar forðingar skulu ikki fáa fólk at halda seg aftur við at keypa vørur uttanífrá.

Sjálvræði
Vit eru føroyingar í Føroyum. Vit liva her og doyggja her, einki annað fer nakrantíð at kennast rætt. Føroyar skulu stevna skútuni fram ímóti hava ræði á øllum lutum og viðurskiftum í Føroyum, við virðing fyri avmarkingum, so sum hermegi. Føroyaflokkurin vil einar sjálvbjargnar Føroyar. Vilja vit stýra, so má blokkstuðulin vekk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder