2023-03-10 10:04
Átta persónar hava latið lív eftir ein skottilburð, sum var í týska býnum Hamborg í gjár.
Tað upplýsir løgreglan í Hamborg, sum eisini ger greitt, tann sum verður hildin at vera gerningsmaðurin er millum tey átta.
Harumframt eru fleiri særd og summi álvarsliga særd, ljóðar.
(Mynd: EPA)
Hendingin fór fram í har í norðara parti av Hamburg um 20 tíðina í gjárkvøldið í hølum hjá Jehova Vitnum.
Løgreglan hevur ikki verið frammi um hvat motivið hjá gerningsmanninum er, men hevur upplýst, at roknað verður vð at bara tann eini maðurin stendur fyri skotttilburðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald