Uttanlands

Grønlendsk børn eru hægri og sunnari

Nýggj gransking vísir, at grønlendsku børnini eru sunnari enn fyrr

Mynd: John Rasmussen

Mynd: John Rasmussen

2018-08-15 12:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýggj gransking av grønlendskum børnum vísir, at børnini eru hægri og sunnari enn tey vóru fyrr. Granskingin er gjørd av granskingarbbólki frá Drotning Ingrids Hospital í Nuuk, øksisjúkrahúsi í Ilulissat, Odense Universitetshospital, og Statens Institut for Folkesundhed á Syddansk Universitet.

Niðurstøðan í kanningini, sum eru almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Acta Paediatrica, er úrslit av kanningum av 279 dreingjum og gentum frá Nuuk og frá Ilulissat, sum er triði størsti býur í Grønlandi.

Søguliga hava inuittarnir í Grønlandi, Kanada og Alaska havt ein serliga kropsbygnað í mun til eitt nú evropearar. Inuittarnir hava serliga verið lægri enn evropearar, men vigaðu allíkavæl tað sama. Kanningar frá 1996-1997 vístu, at grønlendingar í miðal vóru 5-7 sentimetrar lægri enn danir. Men soleiðis er ikki longur, skrivar videnskab.dk.

Nakrar av orsøkunum til at grønlendingar í dag eru størri, eru at livikorini í Grønlandi eru blivin betri, so at børnini fáa sunnari mat, og at fleiri av grønlendsku børnunum hava ein ella fleiri forfedrar, sum koma úr Skandinavia. Kanningarnar vístu, at ein fjórðingur av arvaeindini hjá miðal grønlendinginum í dag kemur frá Skandinavia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder