
Hóast Framsókn varðveitir somu umboðan á løgtingi, og hóast Ruth Vang, forkvinna er best umtókt av nýggjastu landsstýrisfólkunum, so missir flokkurin eitt umboð í nýggju veljarakanningini, sum Spyr.fo júst hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti.
Flokkurin stendur at fáa 7,5 prosent av atkvøðunum – tað sama sum á løgtingsvalinum 8. desember. Men hesaferð er tað ikki nóg mikið til at varðveita teir tríggjar tingsessirnar, vísir kanningin.
Tí Fólkaflokkurin, sum í kanningini gongur 0,9 prosentstig fram í mun til løgtingsvalið, fær við 19,8 prosentum seinast valda tingsess, og harvið sín sjeynda tingsess aftur.
Við einum tinglimi minni til Framsókn gerst meirilutin hjá núverandi samgonguni hin minst møguligi – 18 móti 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald