Filmurin "Everything Everywhere All at Once" gjørdist stóri vinnarin, tá ársins Oscar-heiðurslønir vórðu handaðar í Los Angeles í nátt okkara tíð.
Filmurin var tilnevndur í 11 bólkum, og vann hann í sjey av teimum. M.a. vann hann í bólkinum "besti filmur".
Michelle Yeoh, sum spældi høvuðsleiklutin í filminum, fekk eisini ein Oscar fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklut. Og hetta var fyrstu ferð, at ein asiatisk kvinna vinnur ein Oscar í hesum bólkinum.
Jamie Lee Curtis og Ke Huy Quan vunnu eisini ein Oscar fyri ávikavíst besta kvinnuliga og besta mannliga hjáleiklutin.
Daniel Kwan og Daniel Scheinert vunnu eisini ein Oscar í bólkinum "besti leikstjóri", og vunnu teir báðir eisini ein Oscar fyri besta handritið.
Umframt hetta vann Paul Rogers, sum eisini hevði verið knýttur at filminum, í bólkinum "besta klipping".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald