Innanlands

Í morgin letur ungdómshúsið í Klaksvík upp

Ungdómshúsið letur nú upp í nýggju hølunum í miðbýnum, og í hesum sambandi verður almenn móttøka í morgin, hósdagin 16. august

2018-08-15 18:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í vár og summar hevur verið arbeitt við fullari orku fyri at gera Húsið klárt at lata upp í nýggjum hølum í Atlantis. Ovasta og niðasta hædd í bygninginum skulu nú vera karmur um ungdómshúsið, meðan biografvirksemið heldur fram í miðhæddini. Beinta Á. Gregersen er í verkætlanarstarvi sum leiðari í Húsinum, og hon gleðir seg til nýggju byrjanina, sum stendur fyri framman.

- Vit kunnu sláa rimmar fast, at Húsið letur upp í heilt nýggjum hami, tí vit eru bæði flutt í nýggj høli og harafturat eru fýra nýggj starvsfólk sett og klár at taka ímóti børnunum og teimum ungu, tá vit lata upp mánadagin. Men endamálið hjá Húsinum er enn, sum tað hevur verið frá byrjan: eitt stað, har børn og ung kunnu hugna og stuttleika sær saman við kreativum og spennandi ítrívum av ymsum slag, sigur Beinta Á. Gregersen við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.

Nýggj høli og nýggj starvsfólk

Í samband við flytingina úr gamla Norðoya banka til Atlantis í miðbýnum, er neyðugt við umvælingararbeiði í báðum hæddunum, sum Húsið nú skal vera í. Byrjað var á ovastu hædd, har køkur og felagsrúm tekur mesta plássið, og síðan verður farið undir niðastu hædd, har ítrivsrúm skulu vera.

Tá Húsið letur upp í nýggju hølunum verður tað eisini við fýra nýggjum starvsfólkum, sum skulu vera um børnini og tey ungu í Húsinum. Tey fýra settu eru: Eyðvør Klakstein, Bjørg Jarnskor, Hans Edward Andreasen og Johnny Olsen. Saman við Beintu Á. Gregersen mynda tey sostatt starvsfólkahópin í Húsinum.

Móttøka hósdagin

Húsið letur sum nevnt upp fyri børnum og ungum mánadagin 20. august, tá skúlin aftur er byrjaður, men í morgin, hósdagin 16. august verður almenn móttøka, har til ber at síggja nýggju hølini og hitta nýggju starvsfólkini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder