Innanlands

19 ukrainskir næmingar í fólkaskúlanum

Fimtan teirra eru í Havn - hinir á Tvøroyri og í Sandoynni

Mynd: skulabladid.fo

Mynd: skulabladid.fo

2023-03-15 16:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talið á ukrainskum flóttafólkum, sum eru komin til Føroya, er nú komið upp á 135. Av teimum 135 eru 19 teirra børn í fólkaskúlaaldri; 11 ganga í Eysturskúlanum í Havn, tvey í Skúlanum á Fløtum, tvey í Skúlanum við Løgmannabreyt, trý í Tvøroyar skúla og eitt í Sandoyar Meginskúla. 

Hetta upplýsir Skúlablaðið, ið hevur lagt tølini fram í nýggjari grein á heimasíðu sínari.

- Í Havn er undirvísingin skipað soleiðis, at næmingar í 1. til 5. flokk eru í móttøkuflokki í Eysturskúlanum. Næmingar í 6. til 9. flokk eru í móttøkuflokki í Tórshavnar kvøldskúla í 8 til 10 vikur, har teir fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál tveir tímar um dagin. Restina av skúladegnum eru tey í vanligum flokki í onkrum av skúlunum í kommununi.

Millum tey 6.200 børnini og ungu úr Ukraina í aldrinum 6-16 ár, sum eru komin til Danmarkar síðsta árið, eru umleið 5.300 skrivað inn í danska fólkaskúlan; tað svarar til 85 prosent. 87 prosent ganga í vanligum fólkaskúla, og tvey prosent í frí- ella privatskúla.Onnur tvey prosent eru innskrivað í sertilboð fyri børn og ung, vísa tøl frá danska barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Tað var serliga fyrstu mánaðirnar eftir innrásina, at tilflytingin vaks skjótt, frá 3.400 í mai til 6.500 í august. Síðan er vøksturin steðgaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder