Dávid Guðnason byrjaði mánadagin í føstum starvi sum kommunulækni í viðtaluni á Tvøroyri mánadagin 13. mars.
Í dag fekk hann vitjan av borgarstjóranum, Kristin Michelsen, sum legði leiðina framvið at heilsa uppá og ynskja Davíð Guðnason vælkomin.
Kommunulæknaviðtalan á Tvøroyri, ið hevur tvey viðtalu hølir og er normera til 2 læknastørv, er nú mannað við Davíð Guðnason, ið er settur í fast starv sum kommunulækni, meðan tað regluliga koma skiftandi avloysarar at røkja eina viðtalu.
Í viðtaluni, sum Davíð Guðnason røkir, starvast nú umframt Davíð Guðnason sum lækni, eisini Petra Müller sum læknaskrivari og Rósa Thomsen sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald