Innanlands

Afturvendandi trupulleiki við útiløgukettlingum í Vági

Djóraverndarfelagið hevur tørv á hjálparfólki

(Mynd: Djóraverndarfelagið)

(Mynd: Djóraverndarfelagið)

2023-03-15 19:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Útiløgukettlingar eru ein afturvandandi trupulleiki í Vági, skrivar Djóraverndarfelagið á Facebook.

Men av tí at Vágs kommuna ikki hevur nakran kettupolitikk ella nakað aktingarfólk, hava tey í Djóraverndarfelagnum tørv á hjálparfólki.

Hesi skulu halda eyga við kettufellum í Vági og møguliga ansing til kettlingarnir eru klárir at fara í nýtt heim.

Djóraverndarfelagið heitir á fólk um at venda sær til teirra á Facebooksíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder