2023-03-16 08:07

Klædnahandilin Urbane á Biskupstorgi í Klaksvík verður skjótt søga. Skálkur hevur keypt handilin.
- Skálkur fer framhaldandi at selja mannfólkaklæðir, og hetta fer sjálvandi at síggjast aftur í merkjunum, ið framyvir verða at fáa í handlinum, skrivar Urbane á Facebook.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Sagt verður at næstu 14 dagarnar ber til at gera kvettið, tí øll vøra verður seld við 50 prosent avsláttri.
- Vit ynskja at takka øllum okkara viðskiftafólkum, sum hava tikið so væl ímóti okkum og takka fyri tíðina á Biskupstorgi, skrivar Urbane.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald