Innanlands

Nú verður lýggjari - eina løtu

Í dag og í morgin verður lýggjari, og tað fer at regna, men longu leygardagin og sunnudagin verður aftur kaldari

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-03-16 10:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vit hava eftir hondini vant okkum við kava her í Føroyum, men í nátt fer at regna. Longu leygardagin og sunnudagin verður kaldari.

Veðurstova Føroya skrivar, at tað fyrrapartin er skýggjað við kavaælum og hitin liggur millum 3 kuldastig og 2 stig.

Sum frá líður gongur ættin í norðan, og hann veksur um vindin til frískur vindur upp í strúkur í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað ella smáskýggjað og turt fyri tað mesta, og tað verður eitt vet lýggjari, millum frostmarkið og 5 stig. Í nátt verður regn av landnyrðingi, ella í støðum vátaslettingur. Fyrrapartin í morgin, frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, skýggjað og regn í støðum, men sum frá líður klárnar. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.

Fríggjadagin frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, landnyrðingur, um náttina minkandi niður í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Smáskýggjað ella samdrigið við kava-, vátakava- ella regnælingum. Sum líður á dagin fyri tað mesta turt við skiftandi skýlofti. Hitin úr frostmarkinum upp í 4-5 stig.

Leygardagur:
Frískur vindur upp í hvassan vind, 8 til 15 m/s, eystan og landnyrðingur, seinni norðan, 5 til 10 m/s. Smáskýggjað ella samdrigið og fyri tað mesta turt, men sum frálíður kavi ella vátakavi ella regn. Hitin millum 1 og 5 kuldastig.

Sunnudagur:
Frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, landnyrðingur og norðan, onkra løtu upp í ein strúk, 13 m/s. Smáskýggjað ella skýggjað og ælingar, fyrst við regni men sum frálíður við kava ella vátakava. Hitin millum 2 kuldastig og 3 kuldastig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder