
Koyrilíkdini kring landið eru í løtuni munandi betri, enn tey hava verið fyrr í vikuni. Tó eru ymiskar avbjóðingar.
Landsverk skrivar á heimasíðu sínari, at hált er í støðum um alt landið og heitir í hesum sambandi á fólk um at koyra varliga.
Øll koyrilíkindini kunnu síggjast her
Í løtuni er serliga ringt á Velbastað. Landsverk skrivar, at koyrilíkindini har eru sera vánalig, og heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi í hesum sambandi.
Tórshavnar kommuna skrivað fyri løtu síðani á heimasíðu sínari, at leið 5 fyrbils er givin at koyra til Velbastaðar og Kirkjubøar.
- Vánaveður og ringt sýni hevur við sær, at leið 5 fyribils gevst at koyra til Velbastaðar og Kirkjubøar. Leið 5 koyrir framhaldandi frá Norðasta Horni til Kaldbaks.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald