
- Nú liggjandi kavi hevur verið í fleiri dagar og kuldastigini eru støðug, eru áirnar kring um í kommununi frystar meginpartin av samdøgrinum.
Hetta er støðan í Tvøroyrar kommunu, og merkir tað, at vatnnøgdirnar, ið renna í uppsamlingsbrunnarnar, eru ikki nøktandi. Tað eru fleiri støð í kommununi, ið einki vatn hava, staðfestir tvk.fo.
- Vit harmast um hetta, men fáa í skrivandi stund ikki gjørt so nógv við tað. Arbeitt verður við at sleppa niðan í Rangabotn eftir vatni, men har er trupult at sleppa fram fyri kava. Arbeitt verður tó við hesum og at bøta um støðuna.
Les eisini: Mugu spara uppá vatnið í Kollafirði, Kaldbak, Nólsoy og á Sundi
Eins og gjørt varð týskvøldið og mikunáttina verður vatnið tikið, boðar kommunan frá í dag:
- Fyri at kunna savna eitt sindur saman av vatni í kvøld og nátt, so verður stongt fyri vatninum í allari kommununi, frá kl 22:00 í kvøld og til kl 06:00 í morgin árini.
Kuldin sær út til spakuliga at víkja tá tað nærkast vikuskiftinum, og vónandi førir tað við sær, at vatnveititingin aftur koyrir optimalt, skrivar tvk.fo.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald