Innanlands

878 fólk hava søkt inn á eina miðnámsútbúgving hesuferð

Hetta eru 40 umsóknir færri enn í fjør, umleið 100 færri enn í 2021 og 342 færri enn í 2015, kunnar Undirvísingarstýrið um. Gentur/kvinnur eiga 58 prosent av øllum umsóknunum - næstan 200 fólk vilja inn á náttúrbreyt

2023-03-16 14:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingar var úti á midnátt, vóru 878 umsóknir komnar inn.

Hetta skrivar Undirvísingarstýrið í dag. Talan er um færri umsóknir enn tey seinastu átta árini árini - og tað er ein rímilga stórur munur:

- Hetta eru 40 umsóknir færri enn í fjør, og umleið 100 færri enn í 2021. Síðan 2015 hevur talið á umsóknum verið minkandi, og í ár er onki undantak. Í ár eru tað 342 umsóknir færri enn í 2015. 

Best umtókta linjan er náttúrubreyt á studentaskúlunum: 

Av teimum 878 umsøkjarunum hava 677 søkt inn á gymnasialu breytirnar, 18 hava søkt inn á Heilsuskúlan og 183 hava søkt inn á yrkisrættaðu útbúgvingarnar.  Toppskjúttin gjørdist náttúrubreytin, sum fekk omanfyri 200 umsóknir. Hetta er á leið sama tal sum undanfarin ár. 
 
Heimasíðan uvs.fo upplýsir eisini, at eins og undanfarin ár, eru tað fleiri gentur enn dreingir, sum søkja inn á miðnám. Í ár eiga genturnar 58 prosent av øllum umsóknunum. Síðan 2015 hava gentur verið betri umboðaðar á gymnasialu breytunum - uttan búskaparbreytini og tøknibreytini, har dreingirnir eru í meiriluta.

Dreingir eru hinvegin, eins og undanfarin ár, munandi fleiri á yrkisrættaðu útbúgvingunum. Tó eru fleiri gentur á heilsuhjálpara, námsfrøðihjálpara, hárfríðkan og klædnaatstøði. 

Farið verður nú undir at viðgera umsóknirnar, og umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi fríggjadagin 21. apríl 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder