
Løgreglan fekk millum 5 og 6 tíðina í morgun fráboðan um, at ein skalvi varð lopin í Sandslíð, og at tað ikki var koyrandi.
Landsverk gjørdi skjótt av, og hálvgun sjey var ruddað burtur, og tað var koyrandi aftur.
Tað er nakað lýggjari í dag enn seinastu dagarnar, og tí er møguleiki fyri skalvi ymstastaðni í landinum.
Í Vági óttaðust tey skalvalop seinnapartin í gjár, og tilbúgvingin var sett í gongd. Mett varð, at tað ikki var vandi fyri húsum, tí um tað leyp, fór tað at raka mitt millum húsini.
In.fo skrivaði í gjár, at skalvur var lopin omanfyri býlingin í Geilini í Vági, men er ikki komin so langt, at skaða er komin á hús.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald