Innanlands

Komu inn við skaddum manni

Djúpvatnstrolarin Rankin sigldi í gjár inn við manni, sum hevði fingið skaða í hondina, og skuldi undir læknaviðgerð

Rankin (Savnsmynd: Skipalistin)

Rankin (Savnsmynd: Skipalistin)

2023-03-17 09:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Djúpvatnstrolarin Rankin boðaði seinnapartin í gjár løgregluni frá, at teir komu inn við einum skaddum manni. Hetta var, sum skilst, mest fyri at fáa mannin undir læknahond sum skjótast, tá teir komu í land.

Talan var ikki um álvarsligan skaða, men hondin hjá einum manni var komin í klemmu, og var hovnað.

Rankin var staddur tríggjar tímar úr landi tá óhappið hendi, og manningin syrgdi sjálv fyri at fáa skadda mannin á Landssjúkrahúsið, har tikið var ímóti teimum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder