Innanlands

Kemilux keypt meirilutan av Maskinhandlinum í Saltangará

Maskinhandilin, sum Skálafjarðar Málingahandil Sp/f við Hilmari Nielsen saman við Niels Jacob Nielsen og Petur Olaf Rasmussen higartil hava átt, hava í dag gjørt avtalu við Kemilux P/F

2023-03-17 12:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Maskinhandilin, sum Skálafjarðar Málingahandil Sp/f við Hilmari Nielsen saman við Niels Jacob Nielsen og Petur Olaf Rasmussen higartil hava átt, hava í dag gjørt avtalu við Kemilux P/F.

Avtalan merkir, at Kemilux P/F í dag er vorðin meirilutaeigari í Maskinhandlinum Sp/f í Saltangará, meðan Skálafjarðar Málingahandil framyvir verður minnilutaeigari.

Debes Petersen, stjóri í Kemilux P/F og nú eisini stjóri í Maskinhandlinum Sp/f sigur, at Maskinhandilin passar væl inn í framtíðarætlaninar hjá Kemilux, har handilin røkkur vinnukundum og privatkundum kring alt landið.

Maskinhandilin er ein fyritøka, sum hevur havt eitt dygdargott vøruúrval og eina góða tænastu í Eysturoynni. Vit ynskja at økja og betra um vøruúrvalið, eisini við vørum frá Kemilux, umframt at vit ynskja at betra okkara tænastu til kundar kring alt landið, sigur Kemilux.

Í næstum kemur Maskinhandilin at seta nýggjan handilsleiðara, sum saman við leiðsluni skal menna um framtíðar úrvalið og tænastustøðið hjá handlinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder