Innanlands

Video: Leif Abrahamsen ársins leiðari í tí almenna

Hann hevur verið stjóri á Gjaldstovuni síðani 1991, og bleiv í dag kosin sum ársins leiðari innan tað almenna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-03-17 17:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

(Upptøka: AV Lux / Synergi)

Leif Abrahamsen er gamal í garði sum leiðari, tí hann byrjaði sum leiðari á Gjaldstovuni í 1991. Drúgvu leiðsluroyndirnar hava giivð honum fakliga tyngt og stóra virðing millum manna og í politiksu skianini í stovnur hansara virkar í.

Samstundis er hann strategiskt framskygdur og framsøkin í sínum virki har hann millum annað hevur sett stóru verkætlanina talgildu Føroyar í verk.

Hann varð seinnapartin kosin sum ársins leiðari innan tað almenna. Tað var hann á Leiðaradegnum, sum Synergi skipar fyri á Hotel Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder