Innanlands

Birita heldur fram sum næstforkvinna í Starvsfelagnum

Á aðalfundinum 4. mars vórðu hon og Borgný Mohr afturvaldar í nevndina, og er sostatt eingin broyting í nevndini eftir nevndarvalið í ár

Nevndin í Starvsfelagnum (Mynd: Starvsfelagið)

Nevndin í Starvsfelagnum (Mynd: Starvsfelagið)

2023-03-18 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á aðalfundinum hjá Starvsfelagnum 4. mars vórðu Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk og Borgný Mohr afturvaldar í nevndina fyri eitt trý ára skeið.

Einki mótvalevni var til nevndarsessir teirra, sum stóðu fyri vali.

Birita hevur tað seinasta árið verið næstforkvinna í Starvsfelagnum, og heldur hon fram í sessinum. Tí er eingin broyting í nevndini eftir nevndarvalið í ár, skrivar Starvsfelagið í tíðindaskrivi.

Hini í nevndini eru Súni Selfoss, formaður; Borgný Mohr, nevndarlimur; Hildigerð Djurhuus, nevndarlimur; og Hergeir Staksberg, nevndarlimur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder