Innanlands

Sambandsfólk møtast á landsfundi í Vestmanna

25. mars verður landsfundur hjá Sambandsflokkinum á Miðnámsskúlanum í Vestmanna – Gestarøðari verður Thomas Danielsen, samferðslumálaráðharri úr danska Vinstraflokkinum

Thomas Danielsen samferðslumálaráðharri, Vinstra og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum (Mynd: Sambandsflokkurin)

Thomas Danielsen samferðslumálaráðharri, Vinstra og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum (Mynd: Sambandsflokkurin)

2023-03-19 12:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi leygardag 25. mars heldur Sambandsflokkurin Landsfund á Miðnámsskúlanum í Vestmanna.

– Tvey val eru farin afturum síðan seinasta Landsfundin hjá Sambandsflokkinum. Flokkurin vil vera ein konstruktivur mót- og viðspælari til verandi samgongu - og eisini vera væl fyrireikaður til komandi val. Hetta fer at seta dám á skránna, skrivar Sambandsflokkurin í tíðindaskrivi.

Á fundinum, sum byrjar klokkan 8.30, fer Bárður á Steig Nielsen, floksformaður, at halda formansrøðu, og aftaná verður politiskt orðaskifti. 

Gestarøðari á fundinum í ár verður Thomas Danielsen, samferðslumálaráðharri, úr danska Vinstraflokkinum.

Á skránni verður eisini sofaprát millum Helga Abrahamsen, Thomas Danielsen og Onnu Falkenberg, har evnið verður “Føroyar og umheimurin gjøgnum Ríkisfelagsskapin”. Eisini verður prát við trý valevni frá løgtingsvalinum, um hvussu tey upplivdu tað at vera partur av valstríðinum.

Eftir Landsfundin verður Ársveitsla á Faer Isle Distillery í Vestmanna.

– Landsfundurin er eitt gott høvið hjá sambandsfólki at koma til orðanna. Við einum sterkum baklandi og opnum orðaskifti eru vit ein rúmligur og sterkur flokkur. Politikkur sprettur m.a. úr fólkinum og hetta politiska orðaskiftið gevur mær íblástur til politisku kósina hjá flokkinum, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder