Innanlands

Landsverk: Skalvalop uttanfyri Leynatunnilin – koyrið varliga

Ein maskina er ávegis at rudda kavan burtur, sigur Landsverk, sum heitir á bilførarar um at vísa varsemi

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-03-19 14:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsverk boðar frá einum skalvalopi uttanfyri Leynatunnilin Leynamegin, og heitt verður í hesum sambandi á bilførarar um at vísa varsemi.

Mortan Olsen, økisleiðari hjá Landsverki sigur við Kringvarpið, at ein maskina er ávegis at rudda kavan burtur.

Nú blot kemur í kavan, ávarar Landsverk eisini um, at vandi kann vera fyri áarlopi, og verður heitt á bilførarar um at vísa varsemi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder